Jan Müller
-Eg haldi tað er ótrúliga gott, at oljumálini hava fingið sítt egna aðalstýri, og sambart nýggju stýrisskipanini er tað eisini rætt, at hvør landsstýrismaður hevur sína egna umsiting, tí landsstýrismaðurin hevur fulla ábyrgd fyri sínum málsøki sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum í eini viðmerking til tíðindini í Sosialinum í gjár um, at landsstýrið hevur gjørt av at seta á stovn eitt aðalstýri aftrat, sum burturav skal taka sær av oljumálum.
Eyðun Elttør sigur, at hann frá byrjan av hevur gjørt vart við hetta í Tinganesi. Hann brúkar myndina við unga brúðarparinum, sum at byrja við býr hjá verforeldrunum, men sum tíðin líðir og uppgávurnar vaksa hava hesi brúk fyri at fáa síni egnu hús. -Soleiðis føli eg tað nú vit seta eitt oljumálastýri á stovn. Tað er sum at seta føtur undir egið borð - í hesum føri við síni egnu umsiting og sínum egna fólki.
Eyðun Elttør vísir á, at tað higartil hevur verið talan um forkanningar. Nú verður farið undir eitt nýtt skeið, har vit fyrst skulu bjóða út, og síðani verður farið at leita. -Um nakað spyrst burtur úr vita vit ikki, men mong tekin eru til, at føroyska økið er áhugavert. Eg haldi tí, at tað er rætt at vera fyrivarin heldur enn eftirsnarin tvs. at taka avleiðingarnar av vaksandi virkseminum longu nú. Og skuldi tað víst seg, at oljuvirksemið við tíðini ikki gerst tað, sum vit vóna, so mugu vit laga umsitingina til tann nýggja veruleikan.
Landsstýrismaðurin sigur víðari, at tá Oljufyrisitingin varð sett á stovn í 1993 var tað alla tíðina ætlanin, at hon skuldi átaka sær fleiri og fleiri uppgávur, meðan leikluturin hjá Oljuráðleggingarnevndini skuldi avmarkast.
-Eg síggi tað sum eitt veldugt framstig, at vit fáa okkara egna stýri og kunnu arbeiða út frá tí.
Uppá fyrispurning hvat eitt nýtt aðalstýri fer at kosta meira enn núverandi skipan sigur Eyðun Elttør, at vit í fyrstu syftu ikki tosa um nógvar nýggjar útreiðslur. Nakað annað er - og tað er uttan mun til um tú hevur eina oljumáladeild ella eitt oljumálastýri - at brúk er fyri fleiri ressursum til at fyrireika 1. útbjóðing.
-Hetta er jú nakað heilt nýtt fyri okkum føroyingar, og nettup tí henda 1. útbjóðingin er so týdningarmikil mugu vit eisini hava neyðugu ressursirnar til at fáa hana so góða sum tilber.
Eyðun Elttør veit ikki, hvat hetta arbeiðið fer at kosta men nakað verður tað so til. Ein partur av arbeiðinum fer at verða gjørdur av ráðgevum. Í hesum sambandi vísir landsstýrismaðurin eisini á tær uppgávur, sum skulu gerast í kjalarvørrinum á havumhvørvislógini.
Í dag húsast Oljumáladeildin og landsstýrismaðurin í gróthúsbygninginum á Debesartrøð. Har er gott at vera sigur landsstýrismaðurin men leggur samtíðis dent á, at við teimum mongu nýggju uppgávunum, sum liggja fyri framman, so verður tørvur á meiri plássi, og tí verður tað eisini í løtuni hugt eftir øðrum bygningum.
Tað hevur fyrr verið nevnt, at oljuumsitingin kanska átti at ligið uttan fyri Havnina t.d. í Suðuroynni. Landsstýrismaðurin tekur ikki undir við hesum sjónarmiði. Hann heldur tað er rættast at hava hana liggjandi í Havnini. Sjálvur skal hann sum landsstýrismaður verða tætt knýttur at landsstýrinum umframt sjálvari umsitingini, og ma. tí heldur hann ikki tað ber til at flyta til onnur pláss í landinum við hesum sjeynda aðalstýrinum.