Velbastaðdiddur fyrsta túrin til Klaksvíkar

Seinastu tvær vikurnar hava tvær gentur av Velbastað, sum ganga í 10. b í Kommunuskúlanum, verið í starvsvenjing á Sosialinum. Tær eita Anja Brekkstein og Sólrun Hansen

Starvsvenjingartíðin er upp á tað hægsta, og um hesa tíðina eru fleiri skúlanæmingar í starvsvenjing.
Seinastu tvær vikurnar hava Anja Brekkstein, 16, og Sólrun Hansen, 17, verið í starsvenjing á Sosialinum. Tær búgva á Velbastað og ganga í 10. b í Kommunuskúlanum.
? Okkum hevur dámað væl á Sosialinum, siga tær báðar, Anja og Sólrun.
? Vit hava upplivað nógv, og verið nógvastaðni. Vit hava verið í rættinum, í trivnarmálaráðnum, úti við myndamanninum og nógv annað. Og mikudagin sluppu vit við út í Tinganes at hitta íslendska uttanríkisráðharran, Halldór Ásgrímsson saman við løgmanni. Tað var ógvuliga spennandi.
Umframt hetta, so vóru tær báðar Velbastaðdiddurnar eisini ein túr á lokalredaktiónini í Klaksvík. Hetta var eisini fyrsta ferðin tær vóru í Klaksvík.
? At vera í Klaksvík var bara stuttligt. Tá tú ikki hevur familju har, og ikki íðkar ítrótt, so fert tú ikki bara soleiðis uttan víðari til Klaksvíkar, siga tær báðar, sum tó eru fegnar um, at endiliga hava sæð Føroya næst størsta bý.
Báðar siga tær, at tær høvdu tímað at arbeitt sum journalistar. Aftaná 10. flokk ætla tær sær víðari í skúla. Helst student.
? Vit tíma ikki so væl at ganga í skúla beint nú, so tað var deiligt at sleppa út í starvsvenjing og gera okkurt annað, søgdu tær báðar at enda, áðrenn ein tann síðsta uppgávan stóð fyri durum: At fara út og gera samrøður við onkran annan, sum eisini er í starvsvenjing í hesum døgum.