Fyri fyrstu ferð verður í heyst skipað fyri einum gallakvøldi fyri fótbóltsfólk, har leikarar, leiðarar og dómarar kunnu møtast, fyri at minnast á farna kappingarár, samstundis sum teir kunnu hugna sær saman. Kvøldið er sett at verða 30. oktober, og skal hetta haldast á studentarskúlanum í Hoydølum.
Ivaleyst hava øll ítróttarfólkini nógv at tosa saman um hetta kvøldið. Árið, sum er farið afturum, hevur í øllum førum verið áhugavert fyri okkum, sum hava staðið á síðulinjuni og eygleitt. Ivaleyst hevur tað eisini verið strævið fyri leikarar og onnur, men so sanniliga eisini stuttligt til tiðir. Mál vórðu sett, og onkur teirra vórðu eisini rokkin, ímeðan onnur kanska gjørdust meira veruleikafjarð, so hvørt sum kappingarárið fór at halla.
Ætlanin er annars at gera nógv burtur úr veitsluni. Stórt borðhald við hartil hoyrandi undirhaldi verður fyriskipað, og sjálvandi fáa luttakararnir útflýggja sanghefti, so rundferðin og onnur góð løg kunnu runga í salinum.
Vel ársins leikara
Eisini verða ársins leikarar og dómarar í 1. deildarfótbólti hjá monnum og kvinnum avdúkaðir. Ársins leikari skal kjósast innan ymsar leiklutir á vøllinum, er tað tíðindablaðið Sosialurin, sum stendur fyri hesari atkvøðugreiðslu. Aðrastaðni á hesari síðuni sæst, hvussu farið verður fram, um tú hevur hug til at luttaka í hesari atkvøðugreiðslu.
Atkvøðugreiðslan er skipað soleiðis, at umframt at kjósa ársin leikara hjá monnum og kvinnum, umframt ársins dómaratrio ella -bólk, skulu ársins málmenn, verju-, miðvalla- og álopsleikarar veljast. Harumframt skal ársins stjørnuskot og ársins venjari eisini veljast. Sum navnið sigur, er her talan um nýggjan leikara, sum veruliga hevur gjørt vart við seg í ár.
Til fótbólt úti í heimi
Millum atkvøðuseðlarnar, sum verða latnir, verður drigið lut um eina ferð út í Europa at hyggja eftir einum fótbóltsdysti. Enn er ikki heilt avgjørt hvør dysturin verður, men tað verður arbeitt við onkrum sera spennandi og forkunnugum dysti.
Eftir at borðhald og annað er fingið frá hondini, verður sjálvandi skipað fyri stórum diskoteki, har leikarar og onnur fáa høvi til at stuttleika sær til langt út á náttina.
Hugskotið frá hondbóltinum
Í vár varð líknandi tiltak skipað fyri hondbóltsleikarunum, og varð hetta kvøld sera væl móttikið av luttakarunum. Fyrireikararnir vóna sjálvsagt, at hetta tiltak verður eins væl eydnað, og hondbóltskvøldið var.
Fyrireikararnir hava í hvussu so er lagt stóra orku í tiltakið, og hava til endamálið fingið fatur á fleiri sponsorum, sum koma at standa fyri steypum og blómum til ársins leikara v. m. innan teir ymsu bólkarnar. Vónandi kann hetta tiltak vera við til at seta ein virðiliganenda fyri seinastu fótbóltslandskappingini í hesari øldini.