Veksandi vandi fyri yvirgangi í Evropa

Franski yvirgangsserfrøðingurin Jean-Louis Bruguiere heldur, at al-Qaeda og norðurafrikanski yvirgangsfelagsskapurin GSPC eru gingnir saman. -GSPC hevur sett sær fyri at fremja atsóknir í fleiri evropeiskum londum, serliga Fraklandi, Spania og Italia, sigur tann kendi franski serfrøðingurin við AP.

Endamálið hjá GSPC er at elva til óskil í teimum norðurafrikonsku londunum, men við hjálp frá al-Qaeda ætlar felagsskapurin sær nú eisini at søkja at málum í Evropa, sigur Jean-Louis Bruguiere.

Seinasta sunnudag tók franska løgreglan 11 fólk, og illgruni er um, at tey hava tilknýti til al-Qaeda. Níggju teirra vórðu tikin í Toulouse, og tvey vórðu tikin í Orly-floghavnini í París. Tey høvdu verið í Fraklandi og vóru send til Sýrialands, men sýrisku myndugleikarnir vildu ikki vita av teimum og sendu tey aftur til Fraklands.