Tað eru tøl hjá borgararættindafelagsskapum, sum sambært tíðindastovunum vísa, at kriminelli ágangurin ímóti minnilutum er vaksin síðani forsetavalið.
Millum annað hava felagsskapirnir skrásett fleiri hundrað tilburðir av likamligum ágangi og niðran, sum tykjast hava sín uppruna í rasuhatri. Felagsskapurin Southern Poverty Law Centersigur tó, at enn ber ikki til at siga, at talan er um veruligan harðskap.
Eitt annað, sum er hent síðani valið tann 4. november, er, at felagsskapir sum Ku Klux Klan og the Council of Conervative Citizens hava fingið munandi fleiri fyrispurningar um limaskap, síðani USA valdi sín fyrsta litta forseta.
-Teir víðgongdu høgrafelagsskapirnir hava eisini góðar dagar, nú arbeiðsloysið veksur orsakað av teirri stóru fíggjarkreppuni, samstundis sum framskrivingar vísa, at tey hvítu vera í minniluta í USA miðskeiðis í hesari øldini, sigur Southern Poverty Law Center í einari viðmerking til gongdina tær seinastu vikurnar.
Fyri stutum varð ein 17 ára gamal drongur dømdur fyri at hava stungið ein ungan mann úr Ekvador so meint, at hann doyði. Seks aðrir unglingar eru tiknir í sambandi við drápið, men allir nokta seg sekar. Í einum øðrum føri fann eitt húski í New Jersey ein brendan kross í urtagarðinum nakrar fáar dagar eftir forsetavalið. Tey høvdu valt Obama.