Fiskivinna
Tað hevur gingið væl hjá Atlantic Navigator, síðan skipið kom til landið og fór royndartúrin um hálvan desember í fjør.
Teir fyrstu mánaðirnir av árinum er vertíð, og sigast má, at Atlantic Navigator hevur fingið væl burtur úr hesi tíðini.
Eftir lutfalsliga stuttar túrar, er skipið komið aftur til lands við fullari last.
Tað hevur gingið væl at fiska, og tað hevur gingið væl at framleiða.
Í síðstu viku var skipið soleiðis aftur í Ánunum við fullari last, 1750 tonsum tilsamans. Sløk 1300 tons var surimi og restin mjøl.
Skipið legði veiðina upp og fór beint avstað aftur. Skipari á seinasta túri var Lion Petersen, og hann er aftur skipari hendan túrin, sum júst er byrjaður.
Hin skiparin, Brandur Nólsoy, hevur frí.
Vøkstur í Evropu
Hanus Hansen, reiðari, letur væl at gongdini hjá Atlantic Navigator higartil.
- Jú, vit kunnu ikki annað enn vera nøgdir. Skipið ger lutfalsliga stuttar túrar og kemur heimaftur fult undir lúkurnar.
Hann sigur, at marknaðurin fyri surimi er rímiliga góður í løtuni.
- Seinastu 12 mánaðirnar eru prísirnir gingnir spakuliga uppeftir. Hetta er ein bati í mun til seinastu tvey árini annars.
Reiðarin vísir á, at umleið helmingurin av surimi-marknaðinum er í Japan og hin helmingurin í Evropu.
- Japanski marknaðurin veksur ikki í løtuni, men tað ger tann evropeiski í staðin. Tað er serliga í Fraklandi og Spaniu, at tey keypa surimi, sum er virkað úr svartkjafti. Men vit hava eisini onnur keyparalond í Evropu, eitt nú baltisku londini, sigur Hanus Hansen.