Veksandi jødahatur í Evropa

Tey seinastu trý árini hava jødar og jødiskir stovnar í Evropa verið fyri veksandi ágangi. Serliga í Fraklandi eru jødarnir minni og minni avhildnir

Evropeiskir jødar verða happaðir á gøtuni, antijødisk tekin verða málað upp á húsaveggir, og á alnótini eru heimasíður, ið eggja fólki til at seta seg upp ímóti jødunum.
Tað stendur at lesa í einari nýggjari frágreiðing, sum tann serliga rasismudeildin hjá ES almannakunngjørdi fyrradagin. Men hetta er ikki allur ágangurin.
- Vit hava fleiri dømi um, at jødar í Evropa hava verið fyri likamligum ágangi, og at eldur er settur á jødiskar bygningar, stendur í frágreiðingini. Rasismudeildin sigur, at málið er sera álvarssamt. Tað halda teir evropeisku jødarnir eisini.
- Tann gamli svullurin er farin at gera um seg aftur. Jødar í Evropa sleppa ikki at liva eitt vanligt lív, og tað kunnu vit ikki góðtaka. Her má broyting koma í, sigur formaðurin í evropeiska jødafelagsskapinum, Kobi Benatoff.
Stjórin á rasismudeildini hjá ES, Beate Winkler, heldur frágreiðingina vera ræðandi.
- Niðurstøðan í frágreiðingini er nóg mikið til at elva til ræðslu ímillum teir 1,2 millión jødarnar í Evropa, sigur hon.
Í frágreiðingini sæst, at talið á tilburðum við ágangi ímóti jødum í Fraklandi varð seksfaldað frá 2001 til 2002, og í Bretlandi hava tilburðirnir eisini verið væl fleiri enn undanfarin ár. Tað sama er galdandi í Týsklandi, Belgia og Niðurlondum, meðan jødarnir tykjast fáa frið í Spania, Italia, Eysturríki og Grikkalandi.
Rasismudeildin hjá ES mælir limalondunum til at herða lóggávuna sum lið í stríðnum ímóti tí veksandi jødahatrinum.