Tíðindaskriv:
Endamálið við skeiðnum er at útvega leiðarum og trygdarumboðum neyðugu vitanina um heilsu og trygd í dagliga arbeiðinum í VEKS.
Arbeiðsumhvørvislógin áleggur øllum arbeiðsplássum á landi at virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi, sum altíð er í samljóði við teknisku og sosialu gongdina í samfelagnum.
At skipa hettar arbeiði hevur VEKS eisini valt síni trygdarumboð. Trygdarumboðið umboðar arbeiðsfólkini í spurningum, sum viðvíkja trygdar- og heilsuviðurskiftum teirra. Trygdarumboðini í VEKS eru Fríða Egholm, Durith í Homrum, Evi Virgarsdóttir Vatnsdal og Asta Müller.
Skeiði varð fyriskipað av Skeid.fo og skeiðsleiðari var Mikkjal N. J. Olsen











