Vekja áhuga fyri yrkingum

Í kvøld lesa Turið Sigurðardóttir og Gunnar Hoydal upp yrkingar, teimum dámar væl, í Norðurlandahúsinum

 

SKALDSKAPUR

Í kvøld kl. 19.30 verður yrkingakvøld í Norðurlandahúsinum. Hesa ferð eru tað Turið Sigurðardóttir og Gunnar Hoydal, sum lesa upp yrkingar, ið teimum dámar. Seinasta týskvøld var eisini yrkingakvøld. Tá lósu Carl Jóhan Jensen og Petur Jensen upp yrkingar. Eittans 13 áhoyrarar vóru til tiltakið, og tað heldur Oddfríður M. Rasmussen, sum fyri Norðurlandahúsið skipar fyri tiltakinum, er alt ov lítið.

- Í Rithøvundafelagnum eru 90 limir og teir flestu búgva í Havn, so grundarlag eigur at vera fyri einum tiltaki, har yrkingar eru á breddanum. Í Føroyum verður skaldskapur als ikki kjakaður. Yrkingakvøldini eru so eitt høvi, har fólk hava møguleika at hoyra góðar yrkingar verða lisnar upp og so kunnu øll siga sína meining. Eg hopi, at vit fáa eitt gott kjak, sigur Oddfríður M. Rasmussen.

Seinast varð tiltakið hildið í Klingruni. Hon var alt ov stór til eina so lítla fjøld. Tí verður yrkingatiltakið í kvøld annaðhvørt í Dansistovuni ella í caféteriuni. Hetta er seinasta yrkingakvøldið á hesum sinni.