Í gjár varð staðfest her í blaðnum, at Vejle var nærri niðurflytingarplássinum, enn teir høvdu verið undan vikuskiftinum. AGF hevði við 2?2 javnleikinum á heimavølli ímóti AaB lyft seg nærri upp ímóti Vejle, sum tapti 4?0 ímóti AB.
Men nú er komið fram, at AB hevur gjørt ein brølara, sum tað er sannlíkt fer at kosta teimum øll stigini. AB hevði síðstu níggju minuttirnar fýra spælarar á vøllinum, sum ikki eru ES borgarar. Reglurnar siga, at tað er ikki loyvt at hava fleiri enn tríggjar spælarar á vøllinum í senn, sum ikki eru ES borgarar. Teir í AB vístu DBU á, at teir høvdu gjørt eitt mistak.
Í donsku fjølmiðlunm verður víst á, at um tað fer at ganga, sum tað áður hevur gingið í sovornum støðum, so fer AB at missa stigini, og Vejle fer at fáa stigini. Í hesum sambandi verður víst á skriviborðsmistakið hjá Herfølge fyri knøppum seks árum síðani. Í august 1996 spældu teir ímóti AGF. Aftaná vísti tað seg, at Herfølge ikki hevði syrgt fyri, at spæliloyvið hjá Jákupi Mikkelsen varð flutt frá KÍ og til Herfølge. Tað hevði við sær, at AGF vann stigini.
Á vøllinum hevði Herfølge vunnið dystin, men teir mistu stigini. Tað kostaði teimum silvurkrónurnar og harvið Europa Cup luttøku. Nú verður mett í donsku fjølmiðlunum, at tað eigur at ganga á sama hátt hjá AB, sum tað fyri seks árum síðani gjørdi hjá Herfølge. Avgerðin verður tikin í hesi vikuni, og í Vejle fjala teir ikki, at stigini høvdu komið væl við hjá teimum.
Í Vejle høvdu teir annars longu frammanundan heitt á DBU um at fáa dystin ímóti AB spældan umaftur. Teir vísa á, at sjónvarpsupptøkurnar greitt vísa, at dómarin ikki dømdi mál, tá Vejle longu eftir tíggju minuttir skoraði til 1?0. Bólturin støkk út aftur í spæl, eftir at hann hevði tikið jarnstólpa inn í málinum.










