Jóan Símun Edmundson og Viljormur Davidsen vóru við allan dystin, tá Vejle í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, frammanfyri 1.600 heimaáskoðarum í Vejle vann 2-1 á Skive. Sonni Ragnar Nattestad fekk ikki nakra spælitíð í dag.
Sambært Vejle Folkeblad er Vejle komið væl í gongd við várið við sjey stigum í teimum seinastu trimum dystunum. Sambært Vejle Folkeblad hevði Jóan Simun onkra góða roynd ímóti málinum hjá Skive.
Vejle er nú nummar sjey av teimum 12 liðunum í næstbestu deildini við 25 stigum. Fimm stig eru niður til niðurflytingina, har Fredericia liggur við 20 stigum, og heili 14 stig eru upp til uppflytingarplássið, har Lyngby hevur 39 stigum.
Vejle – Skive IK 2-1 (1-1)
7. 1-0 Andreas Albers Nielsen
39. 1-1 Jesper Henriksen
79. 2-1 Hakan Redzep