ÚTISETI
Tað royndist stak illa, tá nýggja felagið hjá Christian Høgna Jacobsen spældi síðsta venjingardystin, áðrenn tað komandi vikuskifti verður farið undir aftur landskappingina í Danmark.
Vejle var sunnudagin í Aalborg, og teir á heimaliðnum vóru ikki petti gestablíðir. AAB vann 4?0, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 2?0. Fyrrverandi danski landsliðsspælarin Mikkel Beck hevur júst gjørt leiguavtalu við AAB, og hann vísti beinanvegin, at hann framvegis hevur nøs fyri álopsspælinum. Hann skoraði sjálvur eitt mál og legði upp til tvey.
Vetrarveðrið í Danmark hevur havt við sær, at tað bara eina viku undan kappingarbyrjan ikki hevur borið til at spælt venjingardystir á grasvallunum. Hetta hevur havt við sær, at fleiri feløg eru flýdd av landinum at spæla venjingardystir. Eitt nú hevur Brøndby um vikuskiftið verið í Spania, og í gjárkvøldið skuldu Todi Jónsson og liðfelagarnir hjá honum í FCK spæla venjingardyst í Manchester ímóti City, sum fyri stuttum keypti Niclas Jensen úr FCK.
Skaddur á graslíki
Vejle og AAB spældu sunnudagin í nýggja stóru høllini í Aalborg, sum verður nevnd Gigantium. Graslíki er á vøllinum, og undirlagið var orsøk til, at Vejle málverjin varð skaddur.
Í Vejle hava tey fegnast nógv um, at tað fyri stuttum eydnaðist at fáa leigusáttmála við Glasgow Rangers, so málverjin Jesper Christiansen í vár skuldi spæla við Vejle. Men nú er hann skaddur. Longu undan dystarbyrjan sunnudagin stóð hann fastur í graslíkinum. Øklaknúturin varð skaddur, og tað er óvist, um málverjin verður tøkur, tá Vejle sunnudagin fer at spæla í Lyngby.
Fyri sjálvsálitið hjá Christian Høgna Jacobsen og liðfeløgunum kom tað ikki væl við, at teir taptu stórt í Aalborg. Teir mugu í vikuni troysta seg við, at tá síðsta royndin er vánalig, so verður ofta tikið til, at frumframførslan plagar at verða góð!










