Eftir fimm dystir á rað uttan tap, gekk tað ikki longur hjá Vejle, sum í kvøld mátti leggja rygg til eitt óvæntað 2-3-tap á heimavølli ímóti FC Helsingør.
Daniel Norouzi var komin aftur eftir leikbann – hann fekk plássið á vinstra bakkið aftur, og tað merkti, at Viljormur Davidsen sat á beinkinum allan dystin.
Hjá FC Helsingør slapp ein føroyingur á vøllin í 90. minutti. Tað var Jonas Gejel Hansen.
Hálvleiksstøðan í dystinum í kvøld var 2-2. Avgerandi málið fall fimm minuttir fyri tíð. Tað var Daniel ”Elly” Pedersen, sum gjørdist sigursharri.
Við tapinum misnýtti Vejle møguleikan at lyfta seg upp á 2. plássið. Teir verða tískil verandi á triðja plássi, har teir eru eitt stig frammanfyri Silkeborg, sum nú hevur ein dyst tilgóðar.