Vejle BK hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við Gilla Rólantsson. Partarnir hava gjørt ein eitt ára sáttmála.
Gilli Rólantsson hevur seinasta hálva árið spælt við TB. Undan tí spældi hann við Odd í Norra og leitaði eftir onkrum uttanfyri norðurlond, men tað endaði við einum skifti til barndómsfelagið TB.
Føroyski landsliðsspælarin er 30 ára gamal. Ítróttarstjórin er fegin um, at Gilli Rólantsson hevur valt at skifta til Vejle BK, tí hann gevur teimum royndir og valmøguleikar.
- Gilli hevur nógvar royndir frá norðurlendskum fótbólti og frá føroyska A-landsliðnum, sum hann hevur umboðað regluliga. Hann hevur eisini spælt í Superliguni fyrr. Gilli kann spæla bæði sum høgri bakkur og vinstri bakkur. Tað gevur okkum fleiri møguleikar í verjuni. Og so hava vit eisini góðar royndir av føroyskum bakkum í felagnum, sigur ítróttarstjórin, Marius Adrian Nicolae, og vísur til Viljorm Davidsen.
Viljormur Davidsen er tann útlendski spælarin, sum hevur spælt flestar dystir fyri Vejle BK í søguni. Ítróttarstjórin leggur afturat, at hann vil hava stabilitet á liðnum og eitt hægri kappingarføri. Til hetta metir ítróttarstjórin, at Gilli Rólantsson passar væl til.
Gilli Rólantsson og Vejle BK hava gjørt ein eitt ára sáttmála.