Í kvøld hittust Silkeborg og Vejle í næstbestu donsku deildini. Jóan Símun Edmundsson byrjaði inni í álopinum og spældi allan dystin, meðan Viljormur Davidsen framvegis er skaddur og var tískil ikki við.
Vejle fekk eina dreymabyrjan, tá ið Thomas Mikkelsen legði teir á odda 1-0 longu í 3. minutti. Hendan støðan helt sær heilt til 84. minutt, tá ið sami maður skoraði til endaliga úrslitið, 2-0 til Vejle.
Við sigrinum í kvøld er Vejle fremst í næstbestu donsku deildini við 17 stigum. FC Fredericia og Lyngby eru í hølunum á teimum við 15 stigum, men tey bæði liðini hava leikt ávikavist tveir og ein dyst færri.