Eitt serliga vakurt borðreitt matborð er týðiligt tekin til nýggjársgestirnar, at teir eru vælkomnir, og at vertirnir halda nógv av teimum.
Nógvir møguleikar eru og nógv ymiskt er í at velja, tá talan er um borðreiðing til nýggjársaftan. Summum dáma nógvar litir, onnur velja hvítt, silvur ella gull, summi vilja hava einfalda borðreiðing, og øðrum dámar best borðreiðing, har hugsað er um allar smálutir.
Ein teirra, sum ger nógv burtur úr borðreiðing á nýggjárinum, er Ulrik Skytte Friis. Ulrik Skytte Friis býr í Danmark, men arbeiddi í fleiri ár í blómuhandlinum í SMS.
Niðanfyri eru myndir av nýggjársborðinum hjá Ulrik Skytte Friis.










