Flutningur
Skipafelag Føroya hevur leigað eitt stórt og skjóttgangandi bingjuskip, Simone J, til flutningin millum Hirtshals og Føroyar. Simone avloysir Sea Lion, sum hevur siglt hesa rutu fyri felagið í meira enn eitt ár.
Simone, sum eitt týskt felag eigur, fór fyrstu ferð úr Hirtshals síðsta fríggjadag og var á Havnini sunnukvøld.
Mánadag verður skipið lossað í Havn og í Saltangará týsdag. Mikumorgunin er skipið í Klaksvík, og haðani ber leiðin til Hirtshals, har tað er tíðliga fríggjamorgunin.
Bingjuskip burtur av
Tórheðin Jensen, sølu-og marknaðarføringsleiðari hjá Skipafelag Føroya, sigur, at Simone J er eitt bingjuskip burtur av.
- Í mun til Sea Lion, sum var 88 metrar langur og tók 247 20-fóts bingjur, er Simone stívliga 100 metrar long og tekur 384 20-fóts bingjur. Sea Lion sigldi 12 míl, meðan Simone J siglir 15-16 míl.
Tórheðin vísir á, at skal rutan haldast á vetrardegi, er neyðugt við einum skipi, sum siglir skjótari og er heldur størri enn Sea Lion, og tað ger og er Simone J.
Hann sigur, at Simone er eitt bingjuskip burtur av, og málið við hesum skipinum er fyrst og fremst at veita viðskiftafólki eina betri tænastu.
- Vit hava serliga hugsað um flutningin av feskum laksi og feskum fiski annars,
sigur Tórheðin og leggur aftrat, at møguleikarnir við frystum fiski nú eisini eru uppaftur betri.
Minnir um Pasadenu
Tórheðin sigur, at skal Simone J samanberast við annað skip, sum Skipafelagið
hevur havt, minnir tað um Pasadenu, sum felagið leigaði fyri nøkrum árum síðan.
Spurdur, hvussu leingi felagið fer at leiga bingjuskipið, sigur hann, at sáttmáli verður gjørdur um eitt hálvt ár í senn, men møguleikar eru at leiga skipið í langa tíð framyvir.
- Sea Lion var heldur lítil og kláraði ikki so væl at halda rutuna í vánaligum veðri, sigur Tórheðin.
Hann vísir á, at Simone J tekur sonevndu reefer-bingjurnar og vanligar bingjur. Einki leyst góð er í skipinum. Alt fer í bingjur.
- Hini bæði skipini, Blikur og Lómur, taka bæði bingjur og leyst góðs, sigur Tórheðin Jensen, sølu-og marknaðarføringsleiðari hjá Skipafelag Føroya.