Veit ikki um tað verður el-bilur næstu ferð

- El-bilar eru behagiliga stillir at koyra í, og teir dálka ikki, um teir verða løddir við grønari orku, sigur Janus Thomsen

 

Hvat bilmerki koyrir tú?  

- Eg koyri ein Mercedes.

Og tað er borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, sum svarar.

Koyrir tú diesel-, bensin-ella el-bil?  

- Bensin.

Kann tað hugsast, at tín næsti bilur verður ein el-bilur? 

- Eg havi ikki hugsað tankan enn.

Hvørjar tankar hevur tú um el-bilar? 

- El-bilar eru behagiliga stillir at koyra í, og teir dálka ikki, um teir verða løddir við grønari orku, sigur Janus Thomsen í Hvalba. 

 

Í VikuskiftisSosialinum seinastu viku var serblað um bilar, og her settu vit borgarstjórum nakrar spurningar um bilar.