Enn er tað ongin, sum dugur at siga við vissu, nær trupulleikin, har Smyril nakrar ferðir meiri ella minni er uppsteðgaður, verður endaliga loystur. Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í einum svari, hann á tingfundinum í dag fer at geva
Jaspuri Vang, løgtingsmanni, sum hevur spurt hann, hvat hann ætlar at gera við trupulleikan at Smyril fær tað, sum tey kalla blackout.
Johan Dahl staðfestir, at hann kann ikki veita vissu fyri, at Smyril ikki fær blackout aftur. Men hann vissar um, at arbeitt verður miðvíst við, at Smyril ikki skal steðga av somu brekum aftur. Í tí sambandi eru nógvar ábøtur gjørdar fyri at rætta tey brek, sum hava verið, samstundis sum roynt verður at minka um vandan fyri øðrum brekum.
Men ein endalig loysn fæst ikki, fyrrenn Smyril fer í dokk. Á fíggjarlógini fyri 2010 er einki avsett til dokking av Smyrli, tí ætlanin er, at hann skal í dokk í 2011 og tískil verður neyðugt at fara undir eina vetrarsigling afturat, uttan at trupulleikin er endaliga loystur.
Sjálvur heldur Johan, at hann heldur tað er umráðandi, at finna pening til at dokka Smyril í 2010, so at hann kann fara undir næsta vetur við minst møguligum vanda fyri at fáa blackout.
Hann upplýsir eisini, at ímeðan nýggja PMS verður ísett, siglir Smyril nú altíð við trimum hjálparmotorum inni á talvuni í einari roynd at sleppa undan blackoutum.