Veingirnir festir á flogfarið hjá Atlantsflog

Nýggja Airbus-319 flogfarið, sum Atlantsflog letur byggja, verður í hesum døgum sett saman á verksmiðjuni hjá Airbus í Hamburg

Flogfarið, sum hevur fingið seriunummarið 5079, kom á Station 42 í framleiðsluhøllini hjá Airbus í Hamburg fyrst i februar. Vanliga gongur ein hálvur annar mánaður frá tí, at flogfarið kemur í framleiðsluhøllina, til tað er liðugt og handað keyparanum.

Í framleiðsluhøllini í Hamburg er allur skrokkurin samlaður, og upp undir vikuskiftið vórðu eisini veingirnir festir á flogfarið. Sjálvt halavelið er næsti luturin, sum verður festur á flogfarið. Tá allur skrokkurin er samlaður, verður flogfarið málað, og síðan verða motorarnir festir upp undir veingirnar. Tá er klárt at royndarflúgva flogfarið og at fara undir at búgva tað til rakstur.

Tá Airbus-verksmiðjan er liðug við sítt handverk og til reiðar at lata flogfarið frá sær, verður farið undir leveringina. Í tí sambandinum skal flogfarið aftur royndarflúgvast, øll sáttmálaviðurskifti millum framleiðara og keypara verða avgreidd, og góðkenningin frá myndugleikum skal endaliga fáast upp á pláss.

Sjálvur dagurin fyri handanina er ikki ásettur enn, men flogfarið kemur mest sannlíkt fyri 24 ára føðingardagin 28. mars, tá tað eftir ætlan skal setast í rakstur millum Føroyar og Keypmannahavn.

Hóast Airbus-flogførini vanliga verða mett sum fronsk framleiðsla, er talan um eitt felags evropeiskt samstarv, har fyritøkan letur ymsu sektiónirnar byggja í ymsum londum á evropeiska meginlandinum og í Bretlandi. Síðan verða allir partarnir fluttir á Airbus-verksmiðjuna í Hamburg, har flogfarið verður sett saman, og øll útgerð verður monterað og roynd.

Fyri Atlantic Airways er nógv arbeiði í fyrireikingunum at byggja eitt nýtt flogfar og laga raksturin til flúgving við einum nýggjum slagi av flogfari.

Ein fyrireikingarbólkur hevur verið virkin, síðan sáttmálin varð undirskrivaður tíðliga í 2008. Fyrireikingarnar hava snúð seg um at definera spesifikatiónirnar á flogfarinum og fyrireika, at flogfarið verður tikið í nýtslu.

Í fyrra partinum skal støða takast til tekniska, operativa, handilsliga og fíggjarliga grundarlagið undir framtíðar virkseminum hjá felagnum. Í seinna førinum snýr arbeiðið seg um at fyrireika felagsins rakstur til nýggja flogfarið við útbúgving, mannagongdum, ferðaætlanum og øðrum.