Veikir næmingar offraðir í sparingum

Orsakað av ov lítlari játtan hevur fólkaskúlin ikki ráð at undirvísa veikum næmingum. Til komandi skúlaár hevur skúlin bert fingið játtað umleið helmingin av neyðugu tímunum til serligan tørv. Skúlaleiðarar og umsitingin eru samd um, at politikarar raðfesta skúlan alt ov lágt


 

Næmingar við serligum tørvi skulu ikki vænta sær neyðugu frálæruna komandi skúlaár.

Orsøkin er, at politiski myndugleikin ikki tekur spurningin í nóg stórum álvara og vil játta tann peningin, sum frálæran til hesar næmingarnar kostar.

Tørvurin á eyka frálærutímum til næmingar við serligum tørvi er komandi skúlaár 2.527 tímar. Men orsakað av ov lítlari játtan, fáa veiku næmingarnir tilsamans einans góðar 1.100 tímar býttar ímillum sín.


Vánalig støða

Hans Eli Dahl, sum er settur leiðari fyri Sernámsdepilin, hevur ábyrgdina av at býta tímar út til ávísu næmingarnar við serligum tørvi á ymsu fólkaskúlunum kring landið. Hann metir støðuna hjá veiku næmingunum vera vánaliga. Tí næmingarnir fáa orsakað av lága tímatalinum ikki tey tilboð, teimum tørvar.

Skipanin er soleiðis, at serlærarar kring landið árliga senda umsóknir til Sernámsdepilin um neyðugu frálærutímarnar til hvønn einstakan næming. Tað vil siga, at tímarnir verða játtaðir persónliga til einstaka næmingin við serligum tørvi.

? Í ár hava vit fingið sera væl gundaðar umsóknir um 2.527 tímar. Men eftir at hava hugt tær gjølla ígjøgnum og vigað kriteriini, eru vit komin niður á 2.217 neyðugar tímar. Men vit hava einans ráð at býta út góðar 1.000 tímar. Tað vil siga, at vit bara mugu skera ígjøgnum við flossutum kriterium, sigur Hans Eli Dahl.


Ov lítil heildarjáttan

Orsøkin til vánaligu støðuna hjá veiku næmingunum er kortini ikki bert tann, at játtanin til sertímar er ov lág. Hans Eli Dahl á Sernámsdeplinum og Hensar Ellingsgaard, deidarstjóri fyri fólkaskúlan í Mentamálastýrinum, eru samdir um, at sjálv heildarjáttanin til fólkaskúlan er ov lág.

Verandi skipan er soleiðis, at allir skúlar fáa 0,11 tímar um vikuna fyri hvønn næming til serundirvísing. Tað vil siga, at ein skúli við 200 næmingum fær 200 ferðir 0,11 tímar, sum er tað sama sum 22 tímar um vikuna, sum teir kunnu nýta til vanliga serundirvísing. Hetta er serundirvísing til næmingar, ið krevja serundirvísing í eitt styttri tíðarskeið. Til dømis kunnu slíkir tímar nýtast til eitt lesiskeið í nakrar vikur ella okkurt líknandi.

Teir heilt tungu næmingarnir við serligum tørvi fáa sínar tímar játtaðar frá Sernámsdeplinum. Og tað eru hesir tímar, ið pengar ikki eru til komandi skúlaár. Men orsøkin til hetta hongur saman við, at skúlarnir fáa ov lítið av peningi játtaðan til aðrar tímar.


Ónd ringrás

? Av tí, at skúlarnir fáa ov fáa tímar til onnur øki, verða teir ofta noyddir at taka burtur av vanligu serundirvísingini til bókasavnstímar og annað. Hetta ger so, at tørvurin á tímum frá okkum verður størri. Men um skúlarnir ikki taka burtur av serundirvísingtímunum til onnur øki, so vantar í har, vísir Hans Eli Dahl frá Sernámsdeplinum á.

Tí heldur Hans Eli Dahl, at einasta loysning at betra um viðurskiftini er at geva fólkaskúlanum eina størri heildarjáttan.

? Játtanin til serligan tørv er í dag 12 milliónir. Men um vit fingu tríggjar milliónir afturat, og skúlarnir fingu eina størri heildarjáttan, so hevði borið til, sigur Hans Eli Dahl.

Hensar Ellingsgaard, sum er deildarstjóri fyri fólkaskúlan í Mentamálastýrinum er samdur. Hann vísir á, at støðan er óhaldbar, og at orsøkin er vantandi vilji frá politiska myndugleianum at játta fólkaskúlanum pening.

? Fólkaskúlin verður raðfestur ov lágt, sigur deildarstjórin og vísir á, at tá tað fyri stuttum varð søkt um eykajáttan á 8,6 milliónir til fólkaskúlan fyri at viga upp ímóti lønarvøkstri, vórðu einans 4,5 milliónir játtaðar.

Hvørki Hans Eli Dahl ella Hensar Ellingsgaard kunnu lova, at nakað hendir, ið betrar um støðuna komandi skúlaár.

Lítla játtanin til skúlarnar er ein avleiðing, sum stendur við av kreppuni frá nítiárunum. Hóast samfelagið er komið fyri seg aftur, vil politiski myndugleikin framvegis hava játtanirnar at vera lágar, eru Hans Eli Dahl og Hensar Ellingsgaard samdir um.