Vegurin til Guantanamo

Vegurin til Guantanamo er ein hugtakandi søga um fýra vinir úr Onglandi, ið fara til brúðleyp í Pakistan og enda sum fangar á Guantanamo basanum. Teir eru kendir sum ”The Tipton Three”. Filmurin hevur verið sýndur í Miðlahúsinum. Hann er partvíst ein dokumentarfilmur og partvíst ein dramatisering av hvat hendi teimum í amerikanska hernaðarfongslinum á Kuba. Teir sótu ólógliga tvey ár, og í 2004 sluppu teir heim aftur til Onglands, har teir vóru leyslatnir. Hetta er teirra ræðandi søga.

Á DVD-útgávuni er einki eykatilfar.

4 stjørnur av 6