Gongst, sum ætlað, verður høvuðsvegurin ímillum norðaru- og syðru helvt í Suðuroy, liðugur á jóansøku.
Tað sigur Heini Eysturoy á Landsverki.
Hovsvegurin, sum er vegurin ímillum Hov og Porkeri, er akkurát asfalteraður, men suðuroyingar hava alla tíðina gramt seg um úrslitið, tí tey siga, at arbeiðið er alt ov illa frágingið, tí í støðum er vegurin bæði óslættur og holutur og rivur eru í honum.
Og tað er Landsverk samdur í og tískil er arbeiðið ongantíð góðtikið og yvirtikið.
- Vit hava samskift við fyritøkuna, sum asfalteraði og vit eru samd um, at ábøtur skulu gerast, áðrenn arbeiðið verður góðtikið, sigur Heini Eysturoy.
Hann sigur, at asfaltvirkið fer nú undir at gera ábøturnar og fyrrenn tær eru gjørdar, verður alt arbeiðið ikki goldið.
Gongst, sum ætlað, verður arbeiðið gjørt beinanvegin so at tað verður liðugt á jóansøku, sigur hann.
Síðani skal vegurin merkjast við strípum so skjótt, sum gjørligt.
Heini Eysturoy sigur, at fyritøkan, sum hevur asfalterað, plagar at gera eitt gott arbeiði og tað er ein fyritøka, Landsverk hevur álit á.
Men í hesum føri varð skip leiga úr Noregi við Asfalti, men tað varð vánaligt veður og asfaltið var sostatt ikki so gott at leggja á.
Við greinini eru nakrar myndir, sum vísa, at vegurin er ikki sum nýasfalteraður vegur eigur at vera.
Samstundis lá asfaltverkið hjá Landsverkið stilt og sostatt var tað nógv, sum gekk galið í hesum føri, staðfestir Heini Eysturoy.