Vegna Sjálvstýrisflokkin

Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður
________

Sjálvstýrisflokkurin tekur fullkomuliga frástøðu til útsøgnina, landstýrismaðurin í Innlendismálum hevði í Degi og Viku um, hví útlendingar búsitandi í Føroyum skuldu verða slopnir inn á Læraraskúlan, tí teir tóku pláss frá føroyingum.
Í altjóðageringini er tað ein náttúrligur partur av samstarvinum, at vit eisini kunnu bjóða lærustovnar okkara fram eftir førimuni, tá talan er um víðari útbúgving.
Hóast óviðkomandi, so er spurningurin eisini. "Hevur landstýrismaðurin kannað málið um hjúnini, hann alment umrøddi, hava forða fyri, at nakar føroyingur er sloppin á læraraskúla" ?
Sjálvstýrisflokkurin fegnast um, at Rapa hjúnini hava megna at fingið læraraprógv í Føroyum, og vit ynskja tykkum blíðan byrð og góðan arbeiðshug framyvir.
Jógvan við Keldu landstýrismaður hevur væl ásannað, at útlendingaspurningurin er felagsmál og skal loysast tvørpolitiskt. Tí var tað, at ein bólkur umboðandi allar teir seks politisku flokkarnar bleiv settur at arbeiða við málinum.
Tað liggur ein skylda á okkum sum land og tjóð, at geva teimum fólkum, sum hava leitað til Føroyar at arbeiða, eina virðiliga og menniskjuliga viðferð. Hesi hava í áravís verið við til at bera samfelagsbyrðarnar og givið sítt íkast, á jøvnum føti við okkum, til at bøta um vælferðarsamfelagið.
Sjálvstýrisflokkurin setur spurningin: "Hvussu nógv sjálvmál kann ein landstýrismaður gera, áðrenn tað fær fylgjur"?