Vegleiðing til tey sum ætla sær undir útbúgving

Nú nærkast umsóknarfreistin til at søkja inn til hægri lestur, bæði her í Føroyum og Danmark.

Á Fróðskaparsetri Føroya er umsóknarfreistin mándagin 2. juli, meðan hon í Danmark er hósdagin 5. juli. Í hesum sambandi skipar Altjóða Skrivstovan fyri vegleiðing til tey sum ætla at fara undir hægri lestur at útfylla umsóknir. Tiltakið verður á Fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð í Havn í kvøld frá klokkan 19 til klokkan 21.

Tiltakið er býtt upp í tveir partar.

Tiltakið fyri umsøkjarar til útbúgvingar í Danmark ígjøgnum KOT verður frá klokkan 19 til klokkan 20.

Tiltakið fyri umsøkjarar til Fróðskaparsetur Føroya verður frá klokkan 20 til klokkan 21.

Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni segði við Rás2 fyrrapartin, at tey eru tøk at svara spurningum frá lestrarhugaðum fólki, og vísir tað seg, at tað eru mong sum koma oman at fylla út umsóknarbløð, so eri tey til reiðar at leingja tiltakið eina løtu.