Føroysk skip kunna nú fiska góð 14.000 tons av makreli í føroyskum sjógvi.
Skipini, sum hava bíðað eftir møguleikanum at fáa høvi at fiska makrel í føroyskum sjógvi, hava nú loyst og eru farin í føroyskan sjógv.
Frágreiðingin er tann, at fyribils loyvi er givið at fiska.
Á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum, fisk.fo, verður sagt soleiðis:
?Tað er umráðandi at føroysk skip sum skjótast kunnu koma í gongd við at fiska makrel í føroyskum sjógvi. Eg havi tískil gjørt av at luta hesi 14.000 tonsini út nú?, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Hvussu stór føroyska makrelkvotan verður í 2010 verður endalig støða tikin til seinni.
Kvotan verður í høvuðsheitum latin nótaskipunum, men eisini ídnaðarskipini og onnur fiskifør, sum frammanundan hava loyvi at fiska í føroyskum sjógvi, fáa møguleika at fiska. Býtið millum skipabólkarnar verður soleiðis: Nótaskip: 11.335 tons; ídnaðarskip: 1.300 tons; onnur: 1.300 tons.