Tað frystir, og vegirnir eru sera hálir í kvøld. Á Hálsinum norðanfyri Sandavág hava tveir persónbilar stoytt saman, tað var eingin fólkaskaði, men bilarnir fingu stóran skaða, eisini stendur ein stórur trailari fastur í hálkuni norður móti Hálsinum.
Tað verður kalt í kvøld og í nátt, so roknast kann við nógvari hálku í kvøld, í nátt og tíðliga í morgin.










