Ein veggjalús er ein lítil reyðbrún teka, sum livir av blóði - líka sum ein vampýrur. Um náttina kemur hon fram at súgva blóð úr tær, meðan tú svevur fyri síðan at fjala seg aftur. Hesi ótespiligu skordýrini eru blivin alsamt meira vanlig í Føroyum seinastu árini. Tað leggja tey íð hvussu er merki til hjá Skaðadjóratænastuni, har tey hava úr at gera við at koma veggjalúsum til lívs.
- Tað er ein stórur trupulleiki, sum í roynd og veru ikki hevur verið í Føroyum áður. Tað hevur næstan verið eitt púra ókent fyribrigdi, men nú síggja vit tað oftari og oftari, sigur Heini Magnussen, sum eigur og rekur Skaðadjóratænastuna.
Avbjóðingin við veggjalúsum er, at tær nørast og spreiða seg skjótt, og um tær fyrst koma inn um gátt, kann tað vera sera trupult at sleppa av við tær aftur.
Kemur frá útlondunum
Seinastu fáu árini hevur føroyska ferðavinnan av álvara tikið dik á seg, samstundis sum føroyingar eru farnir at ferðast meira. Sambandið við útheimin, har veggjalús higartil hava trivist, er styrkt munandi í mun til, hvussu avskornar Føroyar annars eru frá umheiminum.
Møguleikin fyri at føroyingar og ferðafólk ótilvitað dragsa veggjalýs til Føroya við sær í kuffertinum er tí væl størri enn fyrr.
- Tað fara bara at koma fleiri og fleiri veggjalýs, tess fleiri fólk ferðast til og úr Føroyum. Veggjalúsin er komin fyri at vera, sigur Heini Magnussen.
Til ber at lesa meira um veggjalýs í Vikuskiftis Sosialinum frá 17. mai.