Fyrstu trý málini á skránni fyri býráðsfundin hjá Tórshavnar Býráð snúi seg um nøvn til gøtur og vegir.
Býráðsfundurin varð settur klokkan seks seinnapartin, og fyrsta málið til viðgerðar var at finna nøvn til Ringvegin.
Umsiting býráðsins hevur gjørt uppskot til navngeving av Ringvegnum, og mælir hon til, at Marknagilsvegurin byrjar við Dalavegin og endar við Velbastaðvegin á horninum við kirkjugarðin.
Somuleiðis mælir umsitingin til, at landsvegurin við heitinum Velbastaðvegur skal kallast nýggi Velbastaðvegur. At enda mælir umsitingin til, at kalla ringvegin frá vegamótinum við kirkjugarðin til Glyvursveg fyri Syðri Ringvegur.
Nevnin ikki samd
Gøtunavnanevndin hjá Tórshavnar Býráð er tó ikki samd við umsitingina. Nevndin mælir til, at ongar broytingar verða gjørdar viðvíkjandi Velbastaðvegnum. Grundgevingin fyri hesum er, at landsvegastrekkið á Velbastaðvegnum frá Krossinum til vegamótið við Ringvegin ikki verður talmerkt.
Gøtunavnanevndin mælir til, at Glyvursvegur byrjar við vegamótið við kirkjugarðin á Velbastaðvegnum í staðin fyri, sum nú, við Kvíggjartún á Argjum.
Mælt verður eisini til, at Norðari Ringvegur gongur frá rundkoyringini við R. C. Effersøesgøtu og endar við Dalavegin.
Tekniska nevnd hevur havt uppskotini til viðgerðar, og tekur hon undir við gøtunavnanevndini. Tískil er málið lagt fyri býráðið, og kom varð tað viðgjørt á býráðsfundinum í gjárkvøldið, eftir at blaðið var farið til prentingar.
Útstykkingin við Marknagilsvegin
Tórshavnar Býráð hevur fingið sendandi uppskot um gøtunavn til útstykkingina við Marknagilsvegin. Skotið verður upp, at gøtan fær heitið Fjalstún, og hevur gøtunavnanevnd býráðsins á fundi 3. november í ár samtykt at taka undir við uppskotinum.
Tekniska nevnd býráðsins útsetti á fundi 22. november í ár viðgerðina av hesum máli til felagsfundur hevði verið við gøtunavnanevndina. Eftir felagsfundin tók ein meiriluti í teknisku nevnd á fundi 6. desember undir við gøtunavnanevndini, og varð málið tískil lagt fyri býráðið at taka støðu til.
Ein minniluti í teknisku nevnd, mannaður av Pálli Petersen og Katrini Dahl, tekur ikki undir við tilmælinum frá gøtunavnanevndini.
Útstykkingin við Strond
Seinasta navnamálið á skránni fyri býráðsfundin í gjárkvøldið var at finna navn til útstykkingina yviri við Strond.
Á fundi 3. november í ár samtykti gøtunavnanevndin at halda fast við uppskotið frá fundi 22. apríl 1992 um at kalla útstykkingina fyri Breiðablik.
Tekniska nevnd avgjørdi á fundi 22. november at útseta málið til felagsfundur hevði verið við gøtunavnanevndina. Eftir felagsfundin tók ein meiriluti í teknisku nevnd undir við tilmælinum frá gøtunavnanevndini, og varð málið tískil beint í býráðið.
Ein minniluti í teknisku nevnd, mannaður av Klæminti Olsen, vildi ikki taka støðu í málinum fyrr enn á býráðsfundinum.
Eldraálitið fyri býráðið
Á býráðsfundinum í gjárkvøldið legði sosiala nevnd eldraálitið, sum júst er liðugt, fyri býráðið.
Sosiala nevnd varð á fundi tann 8. desember í ár kunnað um álitið, og samtykti hon at leggja tað fyri býráðið við tilmæli um at samtykkja politiska málsetningin. Samstundis vil nevndin, at málið kemur aftur í sosialu nevnd til víðari viðgerð og raðfesting av tilmælinum frá arbeiðsbólkinum.
Seinasta málið á dagsskránni fyri býráðsfundin í Havn í gjárkvøldið var ásetan av fundardøgum býráðsins fyri ár 2000.