VEGA fólk selja føroyskan tónleik

Fyrrverandi starvsfólk á spælistaðnum Vega hava fingið ábyrgdina av at skipa fyri tónleikatiltøkunum á Norðuratlantsbryggjuni. Í eini er ein roynd at røkka málið um at gerast ein miðdepil í Danmark fyri mentan úr Útnorðri, hevur Bryggjan eftir r triðja heila árið við tiltøkum, gjørt av, at fáa uttanhýsis hjálp til fyriskipanina á tónleika økinum.

 

Stjórin í Artiscope Nicolaj Hyltén-Cavallius kemur úr starvi sum kunningarstjóri íVega. Hann hevur í fimm ár verið við til at gjørt Vega til eitt av best umtóktu spælistøðunum í Keypmannahavn fyri ikki at siga í Norðurlondum. Tá hann fór úr starvinum í Vega, tók hann hini 3, ið starvast hjá Artiscope, við sær. Tey hava sostatt øll royndir úr Vega.

 

- Vit duga at skapa netverk, so hóast tónleikur úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi er eitt nýtt øki fyri okkum, so hava vit longu skapt eitt sterkt netverk við eitt nú plátufeløg og onnur innan fyri tónleikavinnuna í hesum londunum. Tann kunnleikin, ið vit ikki hava, kunnu vit fáa gjøgnum hesar samstarvsfelagar, greiður Nicolaj frá.

 

Ætlanin er at gera Norðuratlantsbryggjuna til eitt stað, ið fólki í Keypmannahavn brúkar.

 

Jannick Blaksmark samskipar arbeiðið á Norðuratlantsbryggjuni fyri Artiscope, og hannn greiður frá:

- Eins og vit sjálvir, so kenna fólk flest í Keypmannahavn ikki so nógv til tónleikanøvnini, ið vitja á Norðuratlants Bryggjuni. Fólk hava trupult við at fyrihalda seg til púra ókend nøvn. Tí hava vit avgjørt at skipa fyri minifestivalum. Tað er lættari at fyrihalda seg til, at nú er ein singer/songwriter festivalur ella ein hip hop festivalur, enn at nøkur heilt ókend nøvn spæla.