Tá ið Teistin um átta tíðina í morgun skuldi inn í havnina í Skopun, var veðrið so vánaligt, at skiparin metti ikki, at tað var ráðiligt at fara inn.
Teistin lá uttan fyri Skopun eina løtu og bíðaði, men fór so aftur til Gomlurætt.
Siglingin hjá Teistanum er avlýst fyrrapartin, og roynt verður at sigla aftur av Gomlurætt kl. 13.15.
Soleiðis, sum myndin vísir, sær út í Skopun, tá brim og streymur ávirka innsiglingina í havnina í Skopun.