Gíslarnir verða útflýggjaðir úr Gaza mánadagin

Aftrat teimum 20, sum eru á lívi, skal Hamas eisini útflýggja 28 lík, sum eru deyðir ísraelskir gíslar í Gazageiranum

Eitt talsfólk fyri ísraelsku stjórnina sigur, at eftirverandi gíslarnir í Gazageiranum verða útflýggjaðir í morgin, mánadagin.

 

Tað veit Reuters at siga.

Útsøgnin kemur stutt eftir, at amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, segði, at gíslarnir verða útflýggjaðir hvørja løtu.

 

Tilsamans eru 20 gíslar eftir á lívi, sum nú skulu leyslatast. Allir verða leysgivnir samstundis sambært ísraelska talsfólkinum.

 

Aftrat teimum 20, sum eru á lívi, skal Hamas eisini útflýggja 28 lík, sum eru deyðir ísraelskir gíslar.

 

Ein høgtstandandi tænastumaður í Hamas segði i gjárkvøldið sambært AFP, at leyslatingin byrjar mánamorgunin.

 

Útflýggjanin av ísraelsku gíslunum í Gazageiranum fer fram sambært vápnahvíldaravtaluni millum Ísrael og Hamas.