Tað eru tríggir nýggir á liðnum ímóti Kekkia

Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari, og Atli Gregersen, hjálparvenjari hava sett navn á teir ellivu, ið byrja á vøllinum í HM undankappingardystinum móti Kekkia

Ein venjari skal eina ferð hava sagt, at um hansara spælarar merktu trýst á sær, so var tað teirra egna skyld, tí so høvdu teir gjørt okkurt gott. Og tað er ikki óhugsandi, at teir, ið skulu á vøllin í dag fyri Føroyar, kenna eitt ávíst trýst á sær eftir avrikið í dystinum ímóti Montenegro.

 

Men sum landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein segði á tíðindafundinum á Tórsvølli í gjár, leygardagin, so ræður um at njóta sjálvsálitið, uttan tó at fara á flog, tí vit kunnu vænta, at Kekkia er væl sterkari enn Montenegro.

 

– Tað ræður um at finna eina javnvág millum tað góða frá dystinum móti Montenegro, og royna at byggja víðari á tað, uttan at leypa fram av.

 

Føroyski hópurin hevur fyrireikað seg væl til nýggju uppgávuna, ið nú stendur fyri framman, og hóast allir stóðu seg avbera væl í dystinum móti Montenegro, hevur venjarin avgjørt at gera tríggjar broytingar í start 11.

 

Á vinstra bakki avloysir Viljormur Davidsen Martin Agnarsson, á miðvøllinum kemur Geza Dávid Turi inn fyri Jákup Biskopstø Andreasen, og í álopinum avloysir Jóan Símun Edmundsson Meinhard Egilsson Olsen.

 

Frá byrjan sær føroyska liðið soleiðis út: Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari. Miðvøllurin verður mannaður við Árna Frederiksberg, Brandi Hendriksson Olsen, Geza Dávid Turi og Hanusi Sørensen, og fremsti maður verður Jóan Símun Edmundsson.

 

Føroyar – Kekkia kl. 17.00

 

Dómarabólkur úr Italia: Andrea Colombo, Giovanni Baccini, Davide Imperiale og Luca Pairetto (4. dómari)

 

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg, Brandur H. Olsen, Géza Dávid Turi, Hanus Sørensen – Jóan Símun Edmundsson

 

Á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Bárður á Reynatrøð, Martin Agnarsson, Arnbjørn Svensson, Noah Hans Mneney, Jóannes Bjartalíð, Páll Andrasson Klettskarð, Meinhard Egilsson Olsen, Adrian Justinussen, Petur Knudsen, Jann Julin Benjaminsen og Jákup Biskopstø Andreasen.