Ringa veðrið darvar eisini flogferðsluni

Ferðafólk úr Føroyum til Danmarkar í kvøld mugu bíða til í morgin

Tað er ikki bara samferðslan á sjógvi og landi, ið er ávirkað av keðiliga veðrinum hendan fyrsta dagin í 2022. Ringa veðrið í dag ger eisini, at Atlantsflog í dag avlýsti allar komur, sum skuldu vera í dag.

 

Talan er um tey trý flogførini, sum ávikavist skuldu vera úr Aalborg klokkan 18, úr Keypmannahavn klokkan 19:10 og úr Billund klokkan 21:25. 

 

Fráferðirnar eru tó ikki allar avlýstar, tí seinnapartin fóru flogførini til Aalborg og Keypmannahavnar avstað. Tey, ið skuldu til Billund klokkan 16:50, mugu tó bíða eina løtu enn, tí flogfarið bleiv avlýst fyri so at blíva umbókað til ein túr nú klokkan 19.

 

Men flogfarið klokkan 20 er avlýst og umbókað til í morgin, tá veðrið sær út til at vera frægari.

 

Smyril avlýsti annars eisini siglingina seinnapartin í dag, og Smyril hevur í tí sambandi bjóðað fólki at gista umborð. Bussleiðin hjá Strandferðsluni um alt landið hevur eisini boðað frá nógvum avlýsingum, og nærri kunning um hetta sæst at lesa á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.