Veðrið í dag:
Fyrst skrið ella stormur av útsynningi og regn. Hitin millum 3 og 6 stig. Út á dagin hækkar hann upp í útnyrðing og minkar vindin um kvøldi niður í stívt andøvsgul. Tað klárar í, tó ælingur, sum frálíður vátaslettingur ella kavi. Hitin fellur niður móti frostmarkinum.
Veðrið mikudagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og ælingur, partvís vátaslettingur ella kavi og hitin nær frostmarkinum. Út á dagin lækkar hann niður í útsynning og avfallið verður regn. Hitin veksur til 2 til 6 stig.
Veðrið hósdagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, támut og regn av og á. Hitin veksur til 5 til 8 stig.
Veðrið fríggjadagin og leygardagin:
Upp í ein strúk av útsynningi, támut og regn av og á. Hitin millum 7 og 10 stig.
Í gjár:
Eitt hátrýst, 1035 hPa. í útsynning úr Írlandi fer spakuliga eystureftir. Eitt lágtrýst, 975 hPa. við Jan Mayen hvørvur í landnyrðing. Eitt lágtrýst, 1010 hPa. sunnanfyri Grønland fer í landnyrðing till Norska-Havið og dýpist nógv.
Í dag:
Tað gevur frá týsnáttini regn og nógvan vind við Føroyar. Eitt nýtt lágtrýst nærkast Íslandi av útsynningi seinast í vikuni og brúgvaløgini haðani geva aftur lýggja og slavna luft yvir Føroyar.










