Veðrið

.

Veðrið í dag:

Gul til stívt andøvsgul av vestri og regn, men seinni skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin um 6 stig.


Veðrið leygardagin:

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin kemur upp millm 5 og 10 stig.


Veðrið sunnudagin:

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, skýggjað og hitin um 7 stig. Móti kvøldi hvassur vindur av útnyrðingi og regn, seinni klárar í við ælingi. Kaldari.


Veðrið mánadagin og týsdagin:

Hann veksur vindin til skrið av vestri, men minkandi týsdagin. Ælaveður, partvís vátaslettingur ella heglingur. Hitin um 3 stig.


Í gjár:

Eitt lágtrýst skamt í landnyrðing úr Íslandi fer í landsynning, seinni eystan. Eitt nýtt lágtrýst tekur seg upp í Grønlandsfjørðinum.


Í dag:

Hitabrúgvin haðani fer væntandi um Føroyar í dag. Eitt hátrýst í útsynning úr Írlandi stendur mestsum í stað.