Veðrið í dag:
Lot til andøvsgul av útnyrðingi og vestri og fyrst skýggjað og regn, men sum frálíður yvirhøvur turt. Hitin um eini 2 stig.
Veðrið fríggjadagin og leygardagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig.
Veðrið sunnudagin og mánadagin:
Hann veksur vindin upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi. Regn, men út á sunnudagin klárar í, tó við ælingi, sum frálíður vátaslettingur. Hitin fellur niður í eini 2 stig.
Í gjár:
Millum eitt lágtrýst við Norðureystur-Grønland og eitt hátrýst í útsynning úr Írlandi rekur lýggj og slavin luft móti Føroyum av vestri og útsynningi.
Í dag:
Sunnudagin fer ein kuldabrúgv um Føroyar av vestri og tað verður aftur kaldari.