Veðrið

.

Veðrið í dag:

Hvassur vindur av landnyrðingi og norði, men út á dagin minkar hann vindin til stívt andøvsgul. Skýggjað og kavaælingur og hitin millum frostmarkið og 4 kuldastig.


Veðrið hósdagin:

Andøvsgul upp í ein strúk av norði og landnyrðingi og kavaælingur. Hitin fellur niður í 3 til 8 kuldastig.


Veðrið fríggjadagin:

Gul til stívt andøvsgul av norði og landnyrðingi, út á dagin lækkar hann niður í landsynning og frískar vindin. Kavi ella kavaælingur og hitalagið millum 3 og 8 kuldastig.


Veðrið leygardagin og sunnudagin:

Andøvsgul upp í ein strúk millum eystan og norðan, seinni minkandi. Framvegis okkurt kavaælið og hitin kemur upp millum 1 og 6 kuldastig.


Í gjár:

Eitt lágtrýstøki, um 980 hPa. í útnyrðing úr Skotlandi fer spakuliga eystureftir.


Í dag:

Fríggjadagin kemur eitt nýtt lágtrýst móti Skotlandi vestaneftir.