Veðrið

.

Veðrið í dag og hósdagin:

Gul til stívt andøvsgul av norði, eitt skifti minni vindur av útnyrðingi. Sólglottar, men kanska okkurt kavaææli. Hitin upp til 5 stig. Hósdagin veksur hann vindin aftur við kavaælingi og fríggjanáttina fellur hitin niður til frostmarkið.


Veðrið fríggjadagin:

Hann veksur vindin upp í hvassan vind av suðri og avfall, sum frálíður sum regn. Hitin veksur til 5 til 8 stig.


Veðrið leygardagin:

Strúkur í vindi av útsynningi og kanska eitt sindur av regni. Lýtt ? upp í 8 stig. Seinni upp í skrið av vestri og útnyrðingi, klárari og kaldari veður.


Veðrið sunnudagin:

Skrið av útnyrðingi og ælaveður, men minkandi vind. Seinni hvassur vindur av suðri og regn. Hitin millum 3 og 5 stig.


Í gjár:

Eitt hátrýst yvir Íslandi fer suðureftir, so enn rekur køld luft av landnyrðingi og norði móti Føroyum við kavaælingi.


Í dag:

Móti vikuskiftinum fer eitt lágtrýst um Ísland av útsynningi og tað sendir brúgvaløg við lýggjari luft móti Føroyum.