Veðrið í dag og fríggjadagin:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og stundum eitt sindur av regni. Hitin millum 6 og 10 stig.
Veðrið leygardagin, sunnudagin og mánadagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av landsynnningi, seinni hækkar hann upp í landnyrðing og minkar vindin nakað. Av og á regn og hitin millum 5 og 8 stig.
Í gjár:
Eitt hátrýst yvir Skandinaviu og eitt víðfevnandi lágtrýst yvir Atlantshavinum standa mestsum í stað.
Í dag:
Millum hesar miðdeplar rekur lýggj luft enn fram móti Føroyum av landsynningi.










