Veðrið

.

Veðrið í dag:

Lítið lot eystaneftir, skýggjað og regn ella ælingur av og á. Hitin millum 5 og 9 stig.


Veðrið hósdagin:

Hann frískar vindin upp í stívt andøvsgul av útnyrðingi og ælingur. Hitin fellur niður í eini 5 stig. Fríggjanáttina vátaslettings- ella heglingsælingur og hitin um 2 stig.


Veðrið fríggjadagin:

Fyrst gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vátakavaælingur, men út á dagin lækkar hann niður í útsynning og tað klárar í eitt skifti. Hitin upp í 3 til 7 stig. Leygarnáttina veksur hann vindin upp í hvassan vind ella skrið av landsynningi og regn.


Veðrið leygardagin og sunnudagin:

Hvassur vindur ella skrið av suðri og stundum regn. Lýggjari ? millum 5 og 10 stig.


Í gjár:

Eitt víðfevnandi lágtrýst yvir Skotlandi fer komandi dagarnar spakuliga norðureftir.


Í dag:

Eitt nýtt lágtrýst í útsynning úr New Foundlandi fer í landnyrðing til Suður-Grønland og brúgvaløgini haðani verða væntandi við Føroyar móti vikuskiftinum.