Í annaðkvøld klokkan 20 skal KÍ spæla á útivølli móti montenigriansku meistarunum, Sutjeska í øðrum umfarinum av Europa Conference League undankappingini.
Returdysturin verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík, mikukvøldið 27. juli klokkan 19.
Um hugt verður eftir oddsunum hjá 18 altjóða veddingarfyritøkum eru oddsini fyri sigur til Sutjeska og oddsini fyri sigur til KÍ næstan jøvn.
Oddsini uppá heimasigur til Sutjeska liggja millum 2,38 og 2,51. Oddsini uppá útisigur til KÍ liggja millum 2,60 og 2,90.
Oddsini uppá javnleik liggja millum 2,90 og 3,22, so ein javnur og tættur dystur er í væntu í annaðkvøld klokkan 20.
Her eru oddsini:
##med2##