Veddingarfyritøkurnar: Luksemborg er greiður favorittur

Lægstu oddsini fyri føroyskan útisigur í Luksemborg eru 7,25

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla Føroyar fjórða dystin í bólki 1 í Nations League Deild C. Dysturin verður á Stadé de Luxembourg í Luksemborg býi. Fyri seks døgum síðani vann Luksemborg 1-0 á Føroyum á Tórsvølli.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Sendingin 10´arin verður send millum klokkan 10 og 15. 

 

Oddsini hjá 18 altjóða veddingarfyritøkum staðfesta, at Luksemborg er greiður favorittur til at endurtaka sigurin á Tórsvølli farna týskvøld. 

 

Hægstu oddsini uppá luksemburgskan heimasigur eru 1,47. Lægstu oddsini eru 1,40. 

 

Lægstu oddsini uppá føroyskan útisigur eru 7,25. Hægstu oddsini uppá føroyskan útisigur eru 9,36.

 

Oddsini uppá javnleik, ið hevði verið eitt gott føroyskt úrslit liggja millum 4,00 og 4,38.

 

Her eru oddsini: 

 

##med2##