Í annaðkvøld klokkan 18.15 spælir HB seinna dystin í Europa Conference League undankappingini móti Newtown á útivølli í Wales. HB vann fyrra dystin 1-0, men átti eftir málmøguleikunum at vunnið minst 3-0.
18 altjóða veddingarfyritøkur vænta ein javnan dyst, men tær hella til ein HB-sigur.
Oddsini uppá útisigur til HB liggja millum 2,16 og 2,30. Oddsini uppá heimasigur til Newtown liggja millum 2,90 og 3,28.
Oddsini uppá javnleik, ið er eitt úrslit sum sendir HB víðari í kappingini liggja millum 3,05 og 3,35.
Páll Mohr Joensen, formaður í HB verður heimildarmaður hjá FM1 til dystin millum Newtown og HB.
Her ber til at síggja oddsini uppá dystin:
##med2##