Veddingarfyritøkurnar hava HB sum greiðan favoritt í kvøld

HB hevur eina stóra favorittstøðu hjá fimm altjóða veddingarfyritøkum

Í kvøld klokkan 18 verður seinna hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum HB og 07 Vestur leikt á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

Fyrra hálvfinalan fyri einum lítlum hálvum ári síðani endaði við javnleiki 1-1.

 

Hóast HB er í rættiligari tungari gongd við bert tveimum vunnum stigum í fýra teimum seinastu dystunum, og hóast 07 Vestur hevur sítt besta kappingarár nakrantíð, so hava fimm altjóða veddingarfyritøkur HB sum ein stóran favoritt til at vinna á 07 Vestur í kvøld.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til HB aftaná vanliga leiktíð eru so lág sum 1,26.

 

Miðaloddsini upp á útisigur til 07 Vestur aftaná vanliga leiktíð eru so høg sum 8,33, ið má sigast at vera óvæntað høgt.

 

Miðaloddsini upp á javnleik aftaná vanliga leiktíð eru 5,73.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##