Veddingarfyritøkurnar hava Føroyar sum greiðan favoritt móti Liktinstein

Tað er ikki ofta, at føroyska fótbóltslandsliðið er so stórur favorittur sum í annaðkvøld klokkan 19.45 á Tórsvølli

Í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla landsliðini hjá Føroyum og Liktinstein á sætta sinni ein venjingardyst síðani ár 2000.

 

Føroyar hava higartil vunnið allar fimm dystirnar við 1-0, 1-0, 3-1, 3-2 og 3-0 sigrum, og sambært altjóða veddingarfyritøkunum eru Føroyar greiður favorittur til at vinna sætta sigurin á Liktinstein á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

 

Føroyar eru sjáldan favorittar móti øðrum londum, men í annaðkvøld liggja oddsini hjá 18 altjóða veddingarfyritøkum uppá føroyskan sigur millum 1,45 og 1,58.

 

Oddsini uppá liktinsteinskan útisigur liggja millum 5,99 og 7,00.

 

Oddsini uppá javnleik liggja millum 3,70 og 4,15.

 

Veddingarfyritøkur: Føroyar-Liktinstein  HeimasigurJavnleikurÚtisigur
10Bet   1.50 4.10 6.75
188BET   1.50 3.80 6.60
1xBet   1.58 3.82 5.85
888sport   1.53 4.10 6.50
bet365   1.50 3.75 7.00
Betfair   1.50 4.00 6.50
Betsafe   1.55 4.00 6.00
Betsson   1.55 4.00 6.00
BetVictor   1.53 3.80 6.50
Betway   1.53 4.00 6.00
bwin   1.48 4.10 6.75
ComeOn   1.51 4.15 6.75
Pinnacle   1.52 3.89 6.50
SBOBET   1.503.74 5.99
Unibet   1.53 4.10 6.50
William Hill   1.55 3.70 6.50
youwin   1.45 3.90 6.50
Betfair Exchange   1.52 3.71 6.51
Gjøgnumsnitsodds:1.523.946.42