Veddingarfyritøkurnar hava Litava sum stóran favoritt

10 altjóða veddingarfyritøkur peika á Litava sum greiðan favoritt móti Føroyum í HM-undanundandystinum fríggjadagin

Mikumorgunin fer føroyska landsliðið við flogfarinum til Keypmannahavnar, og harfrá víðari til Luksemborg, har liðið skal spæla tríggjar dystir í einari HM-undanundankapping.

HM-undankappingin verður leikt í Luksemburg, dagarnir 10. – 12. januar. Leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:


Fríggjadagin 10. jan kl. 16.00 Litava – Føroyar
Leygardagin 11. jan kl. 14.00 Føroyar – Slovakia
Sunnudagin 12. jan kl. 16.30 Føroyar – Luksemburg

 

10 altjóða veddingarfyritøkur hava Litava sum stóran favoritt at vinna á Føroyum. Hægsta oddsið uppá litaviskan sigur er 1,19. Minsta oddsið uppá føroyskan sigur er 6,12.

Oddsini hjá teimum 10 veddingarfyritøkunum eru hesi:

VEDDINGARFYRITØKUR101X2
10Bet  1.14 11.75 6.35
1xBet  1.19 14.50 6.55
bet-at-home 1.15 11.86 6.12
bet365 1.1512.006.50
Betclic  1.1814.00 7.25
Betsafe  1.1413.50 6.80
Betsson  1.1413.50 6.80
Betway 1.1512.006.50
ComeOn  1.14 11.75 6.35
Interwetten 1.16 13.00 6.50
Gjøgnumsnitsodds1.1512.796.57