Veddingarfyritøkurnar hava Crusaders sum favoritt í Gundadali

18 altjóða veddingarfyritøkur hava norðurírsku Crusaders sum favoritt at vinna dystin móti B36 aftaná vanliga leiktíð

Jákup Mørk, formaður í B36 vónar, at B36 kann ger KÍ kunstin eftir og vinna seg víðari móti norðurírsku FC Crusaders í Europa League undankappingini: - Vit vóna, at tað verður B36 sum verður fyrsta mótstøðuliðið hjá Wolverhampton í 40 ár í einari UEFA-kapping, sigur Jákup Mørk í stuttari viðmerking til in.fo. 

Dysturin millum B36 og FC Crusaders á ovara vølli í Gundadali byrjar hóskvøldið klokkan 19. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu hoyra dystarfráasøgnina á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Crusaders hava eina 2-0 leiðslu frá fyrra dystinum. Tað eydnaðist norðurírska liðnum at knógva B36 við "Kick and Rush" fótbólti. Vakurt var tað ikki, men effektivt.

18 altjóða veddingarfyritøkur hava Crusaders sum favoritt til at vinna dystin á B36 aftaná vanliga leiktíð í dystinum í annaðkvøld. Oddsini uppá sigur til Crusaders aftaná vanliga leiktíð liggja millum 2,05 og 2,25. Oddsini uppá sigur til B36 aftaná vanliga leiktíð liggja millum 2,80 og 3,22.

Oddsini eru hesi: 

Veddingarfyritøkur: B36-Crusaders :1X2
10Bet  3.05 3.40 2.05
1xBet  3.14 3.46 2.23
888sport  3.10 3.40 2.10
bet-at-home  2.99 3.34 2.14
bet365 3.103.40 2.00
Betclic  3.22 3.60 2.27
Betfair  3.00 3.30 2.10
Betsafe  3.00 3.40 2.17
Betsson  3.00 3.40 2.17
BetVictor  3.13 3.60 2.25
Betway  3.203.40 2.20
bwin 2.953.402.15
ComeOn  3.10 3.45 2.05
Interwetten  3.05 3.40 2.15
Unibet 3.10 3.40 2.10
William Hill 2.803.302.30
youwin 2.903.302.13
Betfair Exchange  2.90 3.66 2.12
Gjøgnumsnitsodds:3.053.412.15