Í kvøld klokkan 19.45 spælur føroyska manslandsliðið í hondbólti EM-undankappingardyst móti Kekkia í høllini á Hálsi í Havn.
Tá liðini møttust í Kekkia 12. mars vann Kekkia 28-20.
Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum. Andrias Eriksen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.
Samrøður við venjara og spælarar koma út á in.fo seinni í kvøld.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
19 altjóða veddingarfyritøkur halda allar avgjørt, at Kekkia er favorittur til at vinna dystin, men oddsini uppá føroyskan heimasigur eru ikki so høg sum tey onkuntíð hava verið áður.
Oddsini fyri heimasigri sveiggja millum 5,00 og 6,50. Oddsini fyri javnleiki sveiggja millum 12 og 13, og oddsini fyri kekkiskum útisigri sveiggja millum 1,18 og 1,27.
Her eru oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkunum: