Televarpið, sum eigur rættindini at senda Betri Deildina hjá monnum beinleiðis, hevur gjørt avtalu við fyritøku, sum veitir veddingarfyritøkum sjónvarpsmyndir. Áhugin fyri føroyskum fótbólti er stórur, nú Betrideildin telist millum tær heilt fáu kappingarnar í Evropa, har fótbóltur verður spældur.
- Í dag er avtala gjørd við fyritøku, sum veitir veddingarfyritøkum beinleiðis sjónvarpsmyndir. Avtalan er galdandi fyri alt kappingarárið í 2020. Afturat hesari avtaluni hevur Televarpið í dag eisini gjørt avtalu við Ekstrabladet.dk, um at miðilin vísir dystirnar, ið verða vístir á Rás 1. Hendan avtalan er galdandi fyri fyrstu fýra umførini, skrivar Televarpið í tíðindaskrivi í dag.
Undan hesum hevur Televarpið eisini gjørt avtalu við norsku sjónvarpsrásina, TV2, sum er galdandi fyri fyrstu tólv umførini. Boðað verður eisini frá, at inntøkurnar, sum koma frá útlendsku fyritøkunum, verða býttar millum Fótbóltssamband Føroya og Televarpið.